- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðar á leiðini

Frændur eru fólkaogn. Ung sum eldri duga teirra sangir. Teir góvu ungdóminum ein nýggjan føroyskan samleika í 80-unum.
Eingin annar bólkur man hava havt fastatøkur á so stórum áhoyrarafjøldum á konsertum og stórum dansitiltøkum í Føroyum, sum teir.
Plátan Frændur II, sum kom í 1986, staðfesti tann stóra fólksliga popularitetin hjá bólkinum. Á útgávuni eru fleiri perlur, eitt nú "Eros", "Føroyar" og "Hvítar flykrur".
Steintór Rasmussen, Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe mannaðu bólkin. Teir siga frá sangunum og upptøkunum til plátuna.
Óli Poulsen og Jóhannus á Rógvu Joensen, ið millum annað produseraðu tónleikin, greiða frá, og aðrir við teimum meta um verkið.

Varðar á leiðini
Sendirøð um føroyskar plátur, sum eru vorðnar klassikarar.