- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit

Tann 10. oktobur er dagurin, tá ið vit varpa ljós á sálarheilsuna, og Vetrarbiit heldur at hetta er eitt týdningarmikið evni.
Hava tit roynt kalendaran á Instagram hjá Fólkaheilsuráðnum? "Smíl og sig hey við tey, sum tú møtir í dag." "Far ein hagatúr ella luttak í fletting, um tú fært møguleikan."
Soleiðis sigur Sprotin um tað “at aftra seg”:
Tað er: “at ivast; halda seg aftur; hann aftraði seg fyri at fara inn”.
Hvussu kunnu vit so lýsa hesa aftranina í skúlahøpi - altso skúlaftran - hvat er tað?
Og minnast tit "Sært tú meg?" Har ung royna at seta orð á kenslurnar og tosa beint frá hjartanum?
Tí nú koma tey aftur.
Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir hava lagt til rættis.

Vetrarbiit
Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.