- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit

Tey í Vetrarbiit eru ikki øll líka grov til at lesa. Sambært Bjørk Egholm, sum starvast í Rit og Rák, so eru tað fleiri ung, ið venda sær til enskar skaldsøgur, tá tey skulu lesa.
Turið Kjølbro, ið er ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, hevur saman við øðrum gjørt eina kvalitativa og eina nøgdarliga kanning. Hesar kanningar vísa, at børn í 6. flokki í Føroyum, lesa minni enn tey í okkara grannalondum.
Hóast hetta, so hevur Elin Michelsen júst útgivið aðru bók av føroysku ungdómsfantasyrøðini um Tóru.
Bjørg Egholm, Fríði Djurhuus og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir hava lagt til rættis.

Vetrarbiit
Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.