- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit

Eitt tiltak, ið varpaði ljós á talgildan harðskap, var í Smæruni, sum Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty Føroyar og Sig frá/Almannamálaráðið skipaðu fyri.
Í Vetrarbiit greiðir Anna Katrin Matras frá um hetta tiltakið og um Sig Frá átakið, har hon er fulltrúi.
Anne Priess, sum var ein av teimum 70 kvinnunum, ið vóru úsettar fyri Golden Maps í Føroyum, í mai mánaða, tosar um hvussu hon upplivdi hetta.
Hvat er eitt reytt flagg? Tað útgreinar Bjørt Lind, sálarfrøðingur og parterapeutur.
Elin Maria Hansen, Fríði Djurhuus og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir hava lagt til rættis.

Vetrarbiit
Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.