Vetrarbiit

Tað, at vera bundin av sex
13-01-2023
P16
Hvat er tað, at vera bundin av sex? Hvussu kann ein filmur, sum viðger evnið fáa stuðul?

Háaktuelli filmurin, Sæla, eftir Katrin Joensen-Næs viðger eitt tabuserað evni – at vera bundin av sex.

Vit hava spurt leikstjóran sjálva, hvat tað inniber at gera ein slíkan film, og um avbjóðingar viðvíkjandi hesum.

Eisini hava vit tosa við Kristinu á Løgmannsbø, sexolog, um at vera bundin av sex, og hvat fylgir við tí.

Vetrarbiit hevur fingið fatur í ein av høvuðsstuðlunum til áðurnevnda filmin, Sæla. Her hava vit fingið Tórshavnar Kommunu at greiða frá mannagongd teirra, tá tey viðgera stuðulsumsagnir. Umboðandi kommununa er Súna Mørk, næstforkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu

Eyðfinn Bogason Lamhauge, Fríði Djurhuus og Marianna Winther Nagata gjørdu sendingina.

Vetrarbiit

Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.

Seksualundirvísing, kynssjúkur, sex og fyribyrging.
10-02-2023
Kríggj, samhandil, nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur og ein flótti úr Ukraina.
03-02-2023
Heilbrigdið skrivar: “Alkoholisma kann ávirka alla familjuna. So hvørt sum alkoholisman mennist hjá alkoholikaranum, broytist alt so líðandi rundan um hann.”.
27-01-2023
Umstríddi influensarin, Andrew Tate, er blivin tikin fyri menniskjahandil og í Grikkalandi er mótmælisgonga fyri at fríkenna hann
20-01-2023
Hvat er tað, at vera bundin av sex? Hvussu kann ein filmur, sum viðger evnið fáa stuðul?
13-01-2023
Hava vit eitt diagnosu samfelag í Føroyum?
06-01-2023
Tað er valkvøld og Vetrarbiit fangar valstemningin í Norðurlandahúsinum
09-12-2022
Hví val nú? Kvinnur ella menn? Og skal fosturtøkulógin broytast?
02-12-2022
25. novembur er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Í ár verður ljós varpað á talgildan harðskap, sum tey seinastu árini, hevur verið ein vaksandi trupulleiki.
25-11-2022
Børn í 6. flokki í Føroyum, lesa minni enn børnini í okkara grannalondum, men hvat lesa vit?
18-11-2022
Átakið Movembur varpar ljós á kropsligu- og sálarheilsuna hjá monnum. Og tað gera vit eisini í Vetrarbiit.
11-11-2022
Tá vit tosa um sosialar miðlar eru vit ofta sera neilig, men hvørjir eru fyrimunirnir við sosialum miðlum?
04-11-2022