- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit

Tað liggur nógv sjálvsvirði í hári, og Vetrarbiit kannar tískil hvat ein kann gera, um viðkomandi antin hevur ella er byrjaður at missa hárið.
Beinta Lassen úr klinnikkini, Klinikk B, greiðir frá orsøkum av hármissi, og hvørjir møguleikarnir eru fyri at styrkja hárið. Orsøkirnar kunnu vera fleiri til, at mann missur hárið.
Eivin Dam Simonsen greiðir frá, hvussu tað er at missa hárið á ungum aldri.
Fríðgerð Joensen hevur nógvar royndir innanfyri hár, og alt sum inniber hár. Hon tosar millum annað um parykkar, hármiss og alopesia.
Eyðfinn Bogason Lamhauge, Fríði Djurhuus og Leo Lávík hava lagt sendingina til rættis. Elin Maria Hansen gjørdi voxpop.

Vetrarbiit
Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.