- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vetrarbiit

Sambært høreforeningen hava 10 til 20% tinnitus.
1-3% eru so illa fyri av tinnitus, at tey hava tørv á hjálp og er hetta talið vaksandi. Eftir hesum tølum eru tað í Føroyum millum 5.200 til 10.400 fólk, sum hava tinnitus.
Biit hevur vitjan av Ásu Olsen, forkvinnu í Hoyr og Sylviu Thomsen, sum livir við tinnitus. Harafturat varð prátað við Jensiu Brodersen og Róu Midjord, sum hava brúkt Náttúruterapi í royndarverkætlan fyri at bata tinnitus.
Lagt til rættis hava Leo Lávík, Eyðfinn B. Lamhauge og Marianna Winther Nagata.

Vetrarbiit
Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.