Vetrarbiit

Tann seinasti Vetrarbiitin
26-05-2023
P31
Vetrarbiit er komi at enda, og vertini hava gjørt nøkur serlig innsløg til høvið

Til tann allar síðsta partin av Vetrarbiit, hava vertinir gjørt innsløg hvør sær og hava ikki sagt hvørjum øðrum frá.
Í Føroyum eru fleiri tónleikarar í mun til fólkatal enn í flestu støðum. Leo Lávík hevur verið í Simma og tosa við Rólant Lenvig av Reyni og Allan Tausen um hvørja ávirkar streingir hava, tá spælt verður á gittar.
“Hvussu andar man rætt?” er ein av spurningum, sum Fríði Djurhuus hevur til Bjørk Sjóðklett, ið hevur eina fyritøku, sum eitur Conscious Breathing with Bjørk. Hon veitir eina tænastu, ið eitur Soma til sínar kundar, og í hesum partinum av Vetrarbiit, greiðir hon frá hvat tað er.

Takk fyri hesaferð!
Heilsan: Elin Maria Hansen, Eyðfinn Bogason Lamhauge, Marianna W. Nagata, Leo Lávík, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Fríði Djurhuus

Vertinir, til tað seinasta Vetrarbiitið, vóru Eyðfinn Bogason Lamhauge, Leo Lávík og Fríði Djurhuus

Vetrarbiit

Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.

Fara ung á val í ár?
28-10-2022
Hesa ferð práta vit um siðvenjur, sum eru á miðnámi. Bæði tær stuttligu og minni stuttligu.
21-10-2022
Tann 10. oktobur var altjóða sálarheilsudagur. Sinnisbati hevur sett skúlaaftran á skránna, Fólkaheilsuráðið er aftur við "Virknum oktobur" og "Sært tú meg" er aftur á skránni
14-10-2022
Í oktobur varpa vit ljós á bróstkrabba um allan heimin, og tað gjørdu vit eisini í vetrarbiit.
07-10-2022
''Broytingin í føroyska matumhvørvinum er eksplosiv og púra undirmett í føroyska fólkaheilsuhøpinum'', soleiðis sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur.
30-09-2022
Hvat er menstruatión? Hvat kann tú brúka, tá ið tú hevur menstruatión? Smittar menstruatión? Og kostar tað ov nógv at hava menstruatión?
23-09-2022
Í løtuni vera planir lagdar um, at millum annað hølini har venjingarmiðstøðin Tvørmegi heldur til skal rívast niður, og at stórt parkeringshús skal byggjast í býnum
16-09-2022
Í fyrstu sendingini av Vetrarbiit varpaðu vit ljós á næmingaráðsvalini á Glasi og Kambsdali. Vit skiftu orð við næmingaráðslimir, næmingaráðsvalevni og veljarar
09-09-2022
  •