Vikan

Vikan 25. mai 2024
25-05-2024
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák

Í vikukjakinum taka vit fepurin á verkfallinum og spyrja okkara vikukjakarar, hvussu lívið gongur, nú verkfallið hevur vart í góðar tvær vikur. Vit viðgera eisini málið um gongd í haga, sum eftir áralangt stríð endaði við einari breiðari politiskari semju. Og so spyrja vit, um privatar sjúkratryggingar er eitt gott hugskot. At seta vikuna í ein annan samanhang eru komin Marna Jacobsen, Arni Zachariassen og Helgi Rasmussen.
Fara vit aftur til 1985, so gjørdist hann heimskendur í Føroyum, tá hann á sumri - beint fyri ólavsøku - rann og svam alla leiðina úr Akrabergi norð í Enniberg.
Um eina viku tekur hann við starvinum sum stjóri hjá IRF.
Hann er útbúgvin elektro-mekanikari, verkfrøðingur og Master í leiðslu.
Umframt at hava verið stjóri á Landsverki í góð fýra ár, hevur hann starvast í nógvum ymiskum verkætlanum sum ráðgevandi verkfrøðingur í Føroyum og uttanlands.
Sigurd Leifsson Lamhauge er okkara vikugestur.
Og hesa ferð er tað Fróði Løkságarð, sum leggur vikuna á skák.
Hoyrið alla sendingina her

Vikan

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli. Vertir eru Lív Mikkelsen og Ingi Rasmussen.
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
21-03-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
15-03-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
08-03-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
01-03-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
22-02-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
08-02-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
01-02-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
25-01-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
18-01-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
11-01-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
14-12-2024
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
07-12-2024