Vikan

Vikan 14. desember 2024
14-12-2024
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák

Í seinastu vikunu í ár og undan jól kjakast vit millum annað um jólini. Eru vit vorðin betri til nærveruna og hugnan, ella vindur strongdin og materialisman uppá seg?

Vit skifta eisini orð um Bústaðir, nú løgtingsgrannskoðararnir vilja hava eina frágreiðing um stovnin, og teir og landsstýriskvinnan í bústaðarmálum vilja hava Bústaðir at byggja fleiri lestraríbúðir.

Vit fara eisini til Sandoynna, har sandingar halda, at tunnilsmunnin til Suðuroyartunnilin skal flytast av Skarvanesi til Sands bygd. Tey hava tí framlagt eitt uppskot, sum líkist tí, sum Landsverk vísti á fyri tveimum árum síðani.

Harumframt spyrja vit, um gjald skal leggjast á tóm hús, nú Løgmálaráðið hevur sent uppskot til hoyringar um tænastugjald á býlir, har ongin er skrásettur at búgva.

Kjakarar hesa vikuna eru: Johan Ejvind Restorff Mouritsen, byggimeistara, Hans Jákup Hermansen, fyrrverandi lærara og Óluva Klettskarð, studentaskúlalærara.

Vikugesturin hevur síðstu vikurnar verið í miðlameldrinum, sum hann annars sjálvur hevur stjórnað síðstu seks árini. Hann bleiv koyrdur frá, tí hann vildi verja starvsfólk móti drápshóttanum. Nú hevur hann fingið eina fráfaringaravtalu, sum millum annað hevur við sær, at hann skal ráðgeva ta leiðsluna, sum hann sjálvur er koyrdur úr.

Vikugesturin er Ivan Niclasen, fráfarin kringvarpsstjóri.

Og Armgarð Arge leggur vikuna á skák.
 

Vikan

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

Vertur er Ingi Rasmussen.

Vikan letur telefonirnar upp til lurtarar at spyrja politisku flokkarnar í valstríðnum
07-03-2026
Vikugestur, vikuspei og Dagføroyingar
28-02-2026
Vikugestur, vikuspei og Dagføroyingar
21-02-2026
Vikugestur, vikuspei og Grand Prix
14-02-2026
Vikugesturin, vikuspei og Dagføroyingar
07-02-2026
Vikugestur, vikuspei og Dagføroyingar
31-01-2026
Vikugestur, vikuspei og Dagføroyingar
24-01-2026
Vikugestur, vikuspei og hondbóltsmenn
17-01-2026
Vikugesturin Benni, vikuspei og Dagføroyingar
10-01-2026
Vikugestur, vikuspei og Dagføroyingar
13-12-2025
Vikugestur, vikuspei og Dagføroyingar
06-12-2025
Vikugestur og vikukjak
29-11-2025