- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikan

Nú vit spæla føroyskt fyri allar pengarnar, vóru allir luttakararnir í vikukjakinum tónleikarar: Niclas Johannesen, Knút Háberg Eysturstein og Guðrið Hansdóttir. Diplomatiska niðurbræðingin í ovala rúminum í Hvítu húsunum, har Donald Trump og J.D. Vance góvu Volodomyr Zelensky turt uppá fekk rúmd, men tey tosaðu eisini um at vera tónleikari í Føroyum, og tey tóku eisini støðu til, at heilt ung ómakaleyst sleppa at keypa snús í handlum, hóast tað er ólógligt.
Mánadagin vóru trý ár síðani, at Russland leyp á Ukraina, og Ukraina hevur fylt nógv í miðlunum, ikki minst aftaná fundin millum Trump og Zelensky í gjár, sum endaði heilt galið. Vit varpa eisini ljós á Ukraina í dag, og tí er vikugestur hesa vikuna Olga Loburak. Olga er ukraini, men hevur búð í Føroyum í 23 ár. Foreldur hennara búgva enn í Ukraina, og eini beiggin er hermaður í Donetsk landslutinum. Vit tosa við hana um kríggið, landið og mentanina og hvussu tað hevur verið at flyta til Føroya og liva her.
Og hesa ferð leggur Høgni Djurhuus vikuna á skák.
Hoyr alla sendingina her.
