- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikan

Leygarmorgun taka vit saman um vikuna, sum fer.
Vikukjakið er merkt av, at Suðuroyartunnilin hevur fylt tað mesta. Løgtingið samtykti við aðru viðgerð, at størsta verkætlan nakrantíð í Føroya søgu nú skal fyrireikast, projekterast og bjóðast út. Hetta var eisini vikan, tá ið arbeiðarafjøldin gjørdi vart við seg á 1. maidagshaldi, og vit spyrja, hvussu viðkomandi tað er. Og so taka vit samanum fyrstu 100 dagarnar hjá Donaldi Trump, forseta.
Vikukjakarar eru Dagfinn Olsen, Steinar Patursson og Maria Ziskason.
Hann hevur vunnið altjóða viðurkenning og tvær michelinstjørnur við Koks, sum seinastu árni hevur hildið til í Grønlandi. Nú er stjørnukokkurin aftur á klettunum, er givin í Koks, og hevur júst latið sína egnu matstovu upp í Havn - PAZ. Poul Andrias Ziska er vikugestur hesa vikuna.
Og hesa ferð leggur Armgarð Arge vikuna á skák.

Vikan
Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.
Vertir eru Lív Mikkelsen og Ingi Rasmussen.