Vikan

Vikan 31. mai 2025
31-05-2025
Vikukjak. Vikugestur. Vikan á skák

Í vikukjakinum umrøða vit nýggju veljarakanningina hjá portal.fo, søluna av atgongumerkjum til EM í hondbólti í Oslo, og um tørvur er á lagaligari lánum til ung. Nina Brockie Hansen, Marner Fríðheim Kristiansen og Sámal Matras eru vikukjakarar.

Vikugesturin hevur ofta verið nevndur í sambandi við nógv umrødda málið um Suðuroyartunnilin, sum bleiv bremsað og koyrt aftur í nevnd. Tvørámaðurin hevur ferðast til nógv støð, har tørvur hevur verið á hjálp at bora tunlar. Hann er harukongur og dámar at loysa trupulleikar. Men hvør er hann? Vikugesturin er Kristian Stórhamar.

Og hesa ferð leggur Armgarð Arge vikuna á skák.

Vikan

Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.

Vertir eru Lív Mikkelsen og Ingi Rasmussen.

Vikugestur, vikuspei og Dagføroyingar
01-11-2025
VIkugestur, vikuspei og Dagføroyingar
25-10-2025
Vikugestur, vikuspei og vikukjak
18-10-2025
Vikugestur, vikuspei og vikukjak
04-10-2025
Vikugestur, vikukjak og vikuspei
27-09-2025
Vikugestur, vikuspei og vikukjak
20-09-2025
Vikugestur, vikukjak og vikan á skák
13-09-2025
Vikugestur, vikuspei og dagføroyingar
06-09-2025
Vikukjak. Vikugestur. Vikan á skák
31-05-2025
Vikukjak. Vikugestur. Vikan á skák
24-05-2025
Vikukjak og vikugestur
17-05-2025
Vikukjak, vikugestur og vikan á skák
10-05-2025