Vikugesturin

Vikugesturin: Væl ílatin til at stýra vælferðini
12-04-2025
Hjørdis Sólbjørg Mortensen hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, og er til reiðar at stjórna ein av hornasteinunum í føroyska vælferðarsamfelagnum

Hjørdis S. Mortensen er 50 ára gomul, mamma at trimum børnum, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur harafturat eina samfelagsliga bachelorútbúgving frá lærda háskúlanum í Bergen.
Hon hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, harav fleiri ár sum leiðari, og er nú til reiðar at taka við starvinum sum stjóri í ein av landsins størstu almennu stovnum, ið umsitur ein triðing av fíggjarlógini:

"Eg hugsaði meg væl og leingi um, áðrenn eg søkti stjórastarvið. Tí í Almannaverkinum verða tiknar nógvar avgerðir hvønn dag, sum hava stóran týdning fyri fólk, og tí fylgir eisini stór samfelagslig ábyrgd við stjórastarvinum. Men eg valdi at søkja, og hugsi, at tað er ein fyrimunur, at eg havi verið stjóri í Almannaverkinum í eitt ár, og frammanundan havi havt fimm onnur størv í Almananverkinum - trý í Viðskiftadepliinum, tvey í Trivnaðardeplinum og eitt í fyrisitingini. Tað gevur mær eina heildarmynd av Almannaverkinum bæði fíggjarliga, fakliga og fyrisitngarliga, og er ein góð barlast til stjórastarvið," sigur Hjørdis. 

Almannaverkið er landsins næststørsti almenni stovnur - eftir Sjúkrahúsverk Føroya. 1200 fólk starvast í almenna stovninum, sum umsitur ein triðing av fíggjarlógini - 2,2 milliardir krónur. Hagtøl frá desember 2023 vísa, at Almannaverkið veitir tænastur til 18.372 føroyingar um árið - ein stórur partur, 8545, eru fólkapensionistarnar, ið fáa fólkapensión frá Almannaverkinum. 1911 fingu fyritíðarpensión, 2800 sjúkradagpengin og 457 vóru í tillagaðum størvum í desember 2023.  

Almannaverkið er ein hornasteinum í føroyska samfelagnum, og skal, sambært stategisku málunum, tryggja tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív til borgararnar. Stovnurin umsitur millum annað økir sum sosialpsykiatri, menningartarn, børn og ung við ymsum avbjóðingum og barnavernd. Haraftrat hevur Almannaverkið eina rúgva av bú- og viðgerðarstovnum og dag- og arbeiðstilboðum - tilsamans 93 fyriskipanir í 88 húsum. 

Ein av høvuðsuppgávunum hjá nýggja stjóranum verður at gjøgnumføra bygnaðarbroytingarnar, sum longu eru settar út í kortið, og sum í stóran mun snúgva seg um at sameina Trivnaðardepilin og Viðskiftadepilin. Hesar ætlanir hevur Hjørdis longu arbeitt við í fleiri ár: 

"Eg havi verið partur av strategiska arbeiðnum í trý ár, so eg havi verið við til at seta míni fingramerkir á kósina hjá Almannaverkinum heilt fram til 2030 - saman við leiðsluni í Almannaverkinum. So stóra uppgávan hjá mær verður at fremja eina bygnaðarbroyting og fremja strategisku málini, ið vit hava stungið út í kortið. Tey strategisku málini - "eitt gott lív á egnum beinum" - snúgva seg um, at vit vilja hjálpa so nógvum sum møguligt at liva eitt sjálvstøðugt lív helst á arbeiðsmaknaðinum, um mann er førur fyri tí. So tað snýr seg um fyribyrging, at menna og endurmenna í tann mun, tað ber til."

Hjørdis er uppvaksin í í býnum Kalix í Norðursvøríki, har pápin fekk starv sum lækni. Verðurlagið í økinum er sera gott, og Hjørdis minnist aftur á góð og virkin barnaár, har tey spældu nógv úti. Familjan flutti til Føroyar, tá Hjørdis byrjaði í sætta flokki, og tá eggjaði mostirin hana at fara at spæla flogbólt við Fleyr. Tað lá væl fyri, og flogbólturin hevur síðani spælt ein stóran leiklut í lívinum hjá Hjørdis. Hon kom á flogbóltslandsliðið sum 16 ára gomul, og spældi á landsliðnum og við Fleyr til hon gjørdist 38 ára gomul. Hjørdis minnist aftur á nógvar góðar upplivingar við flogbóltinum, men størsta týdningin hevði samanhaldið:  

"Eg minnist aftur á nógvar upplivingar og uttanlandsferðir. Eg kann nevna, tá vit vunnuð gull á oyggjarleikum í Gotlandi, og so havi eg millum annað verið ársins leikari tvær ferðir. Men tað, sum eg minnist aftur á, eru ikki avrikin, men sosiali felagsskapurin - bæði landsliðnum, í Fleyr, í Gentofte Vollly og Frederiksberg Volley, sum eg eisini havi spælt við."

Familjan og børnini hava altíð havt stóran týdning fyri Hjørdis, og hevur hon raðfest tey høgt. Nú fyllir uppgávan sum stjóri í Almannaverkinum, og Hjørdis vónar at arbeiðið við nýggja bygnaðinum og strategisku málunum fer at ganga væl:  

"Vit hava lagt eina strategi fram til 20230, og eg vóni, at tá vit koma hartil, kunnu vit siga, at vit eru komin væl á mál við tí, sum vit ætlaðu okkum."

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Boribassin Kristian Stórhamar hevur arbeitt í øgiliga nógvum londum, og tað longsta, hann havi verið burtur, er í einum gullnámi í Kiirgistan í 4000 metra hædd
31-05-2025
Eli Brimsvík er eftir 25 árum farin frá sum formaður í Havnar handverkarafelag.
24-05-2025
Magnus Dam, nýggjur kringvarpsstjóri, heldur, at nøkur grundleggjandi viðurskiftir mugu uppá pláss fyri at kunna framtíðartryggja public service stovnin
17-05-2025
"Eg føli ikki, at tað er djarvt at ávara. Tað er mítt arbeiði," sigur Malan Johansen, landsbankastjóri, ið hevur fingið nógv oman yvir seg sum óheftur landsbankastjóri
10-05-2025
Poul Andrias Ziska hevur á fyrsta sinni latið sína egnu matstovu upp, PAZ, har hann við áræði og stórum ambitiónum byggir víðari á sínar drúgvu royndir
03-05-2025
Filmsleikstjórin Sakaris Stórá, er háaktuellur við filminum Seinasta paradís á jørð. "Hetta er mín mest persónligi filmur higartil."
26-04-2025
Hjørdis Sólbjørg Mortensen hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, og er til reiðar at stjórna ein av hornasteinunum í føroyska vælferðarsamfelagnum
12-04-2025
Sjálvsálitið er í topp hjá Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen, sum í løtuni fyrireikar seg til Eurovison í mai. Hon leggur líka í, hvat onnur siga um hana
05-04-2025
Ása Róin brennur fyri at menna sjúkrarøktarfrøðifakið, og fekk herfyri stóran heiður fyri undirvísing á og menning av masterútbúgvingini í Heilsuvísindum.
29-03-2025
Elin Neshamar Olsen hevur føroysk foreldur, men er fødd og uppvaksin í Paamiut í Grønlandi. Hon elskar Grønland, men bakgrundin hevur havt rótloysi við sær
15-03-2025
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, sum fylti 60 herfyri, var vikugestur á altjóða stríðsdegnum hjá kvinnum, og nógv er eftir at stríðast fyri, heldur hon
08-03-2025
Heimlandið fyllir nógv í hugaheiminum hjá Olga Loburak, sum er úr Ukraina, men hevur búð í Føroyum í 23 ár. Stuðulin frá føroyingum birtir vón, heldur hon
01-03-2025