- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

Seinasta paradís á jørð gongur í løtuni í biografunum, og í mai mánað skal hann vísast í 40 donskum biografum. Haðani fer hann víðari út í heim. Sakaris Stórá hevur skrivað filmshandritið og leikstjórnað filmin, sum hevur fingið góð skotsmál og ummæli.
Ein reyður tráður gjøgnum filmarnar hjá Sakarisi Stórá hevur verið menningin hjá fólkum, sum onkursvegna eru eitt sindur øðrvísi. Sjálvur hevur Sakaris altíð følt seg eitt sindur øðrvísi, og kanska er tað orsøkin. Hesin filmurin er meira persónligur enn aðrir filmar. Ikki tí hann snýr seg um Sakaris sjálvan.
"Eg havi tikið nógv við frá mínum umhvørvi og frá tí, sum eg havi sæð og upplivað."
Sakaris Stórá er uppvaksin í Skopun, og eins og høvuðspersónurin arbeiddi hann nøkur ár á flakavirki, eins og høvuðspersónurin, har hann droymdi seg burtur. Og tað var filmurin, sum var fremst í hansara dreymum, tí longu sum heilt lítil fekk hann stóran áhuga fyri at skapa ein veruleika á lørifti.
Hann kennir tað sum eina skyldu at geva føroyskari mentan film, og har gongur hann undan at skapa eitt føroyska siðvenju og eitt føroyskt filmsmál.
"Tað stuttliga við tí er at føla, at man er partur av einari menning. Eg føli, at eg geri mun onkursvegna, og tað er øgiliga meiningsfult. At geva føroyskum máli eitt pláss á filmi."
At brúka føroyska málið í stórfilmum er ikki altíð so lætt, tí vit hava onga siðvenju fyri, hvussu okkara mál ljóðar á filmi.
"Av tí vit ikki hava ta siðvenjuna, so er tað altíð ein stór avbjóðing at arbeiða við málinum og eisini verumátanum, tí hvussu er føroyingar í filmi. Tað var slíkt, sum eg ikki ordiliga var tilvitaður um, fyrr enn eg fór í gongd við tað."
Filmarnir hjá Sakarisi - eisini Seinasta paradís á jørð - eru friðarligir, og teir geva rúmd fyri, at áskoðarin sjálvur tulkar.
"Eg geri sjálvur filmar, har eg royni at hava sum minst av dialogi. Mær dámar betri at fortelja við kenslum og myndum. Kenslur eru eisini meira universallar enn eitt mál, sum 50.000 fólk tosa."
"Eg royni at hava eitt so livandi mál sum møguligt, og so lati eg poesiina liggja í tøgnini."

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











