- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

Malan Johansen hevur verið landsbankastjóri, síðan Landsbankin varð endurstovnaður í 2017. Og hon er púra ivaleys um, at tað er alneyðugt at hava ein óheftan landsbanka, sum kann fylgja við í føroyska búskapinum. Sjálv upplivdi hon kreppuna úr Landsbankanum, tá ið hon kom heim í 1993. Ta støðuna mugu vit ikki hava aftur, og tí er neyðugt við búskaparligum greiningum og eftirliti við fíggjarkervinum. "Eg føli ikki, at tað er djarvt at ávara. Tað er mítt arbeiði," sigur Malan Johansen, landsbankastjóri, sum hevur fingið nógv oman yvir seg, eftir at hon greitt hevur givið sína meining til kennar um, at tíðin er ikki tann rætta at fara undir Suðuroyartunnilin. Men tað nervar hana ikki. Tað nervaði hana hinvegin, tá hon ikki hevði sagt, hvørjar avleiðingarnar vera fyri vælferðina í Føroyum. Tá ið hon hevði fingið tað sagt, fekk hon svøvnin aftur.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











