Vikugesturin

Vikugesturin: Fíggjar- og starvsfólkaviðurskiftir mugu blíva haldfør
17-05-2025
Magnus Dam, nýggjur kringvarpsstjóri, heldur, at nøkur grundleggjandi viðurskiftir mugu uppá pláss fyri at kunna framtíðartryggja public service stovnin

Magnus Dam er 50 ára gamal, føddur og uppvaksin í Havn, og búsitandi í Hoyvík við familjuni. Hann er útbúgvin journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og hevur kandidatprógv í løgfrøði frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Seinastu 18 árini hevur hann starvast í Tórshavnar kommunu - frá 2007 til 2018 sum løgfrøðiligur ráðgevi í Løgdeildini hjá kommununi, og seinastu sjey árini sum leiðari av Stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar Kommunu.

Magnus Dam vísur á, at Kringvarpið sum public-service stovnur skal økja um tilvitskuna hjá fólki bæði á málsliga, mentanarliga og samfelagsliga økinum,

"Tað krevur, at vit skulu kunna bjóða eitt breitt úrval av tilfari fyri at kunna menna tað, sum vit eru áløgd," sigur Magnus Dam. 

Magnus Dam er føddur og uppvaksin í Havn, hevur tvey systkin og er sonur Sólvu Dam og ein tann kendasta politikaran í Føroyum - Atla Dam, sáli.

Magnus Dam er settur sum kringvarpsstjóri í fimm ár. 

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Rúna Nón Bjartalíð var vikugestur
16-05-2026
Hon vil vera órædda røddin hjá teimum ungu og veiku. Bjørg Brynhildardóttir Egholm var vikugestur
09-05-2026
Nýggi stjórin í Heilsustýrinum, Noomi O. Gregersen, var vikugestur
25-04-2026
Nýggi formaðurin í Miðflokkinum letur trúnna stýra ? bæði í lívinum og í politikki
18-04-2026
"The comeback kid" - Sámal Petur í Grund var vikugestur
11-04-2026
Per Zachariassen, sum hevur skapt, ment og stjórnað sendingini Hoydalar, er okkara vikugestur
28-02-2026
Jógvan Páll Lassen hevur verið advokatur í samfull 50 ár og gleðist nú um at arbeiða í rættinum sum verjuadvokatur, ið skal verja tey, sum eru komin skeivt fyri
21-02-2026
Eyðun Nolsøe, tónleikari og sangskrivari, var vikugestur
14-02-2026
Rúni Djurhuus,sum altíð er á ferð, var vikugestur
07-02-2026
Annika Holm, leiðari á Heilbrigdi, var vikugestur
31-01-2026
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF seinastu 10 árini, var vikugestur
24-01-2026
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, var vikugestur
17-01-2026