Vikugesturin

Vikugesturin: Blóðtøppurin broytti meg
24-05-2025
Eli Brimsvík er eftir 25 árum farin frá sum formaður í Havnar handverkarafelag.

"Umboðanin og samansetingin á tingi er skeiklað," sigur Eli Brimsvík, sum nú er farin frá sum formaður í Havnar Handverkarafelag. Hann hevur sitið sum formaður í 25 ár, men nú hann er vorðin 67 ár, er tíðin komin at leggja frá sær.

Politiskt hevur hann ikki dult, at hann er javnaðarmaður, men hann hevur ongantíð verið virkin politiskt, tí hann hevur viljað umboðað allar sínar limir sum formaður í Havnar handverkarafelag. Hinvegin heldur hann, at politiska landslagið er vorðið ov einstáttað, og at eitt nú handverkarar, arbeiðarar og onnur eru ov illa umboðað, tí løgting og landsstýri í ov stóran mun er mannað við akademikarum.

"Eftir mínum tykki er tað ikki gott fyri samfelagið. Eg haldi, at Føroya løgting eigur at vera umboðað av einum breiðum skara innan fyri allar samfelagsstættir. Tað veri seg handverkarar, arbeiðarar, fiskimenn, pedagogar og hvat veit eg. So breitt sum gjørligt. Og eg pástaði, at so hevði staðið betur til bæði fíggjarliga og í aðrar mátar í samfelagnum."

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
08-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
01-11-2025
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
25-10-2025
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
18-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.
04-10-2025
Uni Árting, jarðfrøðingur, var vikugestur í Vikuni
27-09-2025
Hanna Vang hevur verið løgtingsins umboðsmaður í fimm ár og hevur fingið álitið í fimm afturat
20-09-2025
Øll geva honum skotsmálið, at hann er fittur og fyrikomandi. Sjálvur sigur hann seg vera innvendan. Men hvussu væl hóskar alt tað til at vera formaður og løgmansevni
13-09-2025
Fyri 22 árum síðan lá hann fullkomiliga avlamin, men spakuliga arbeiddi hann seg innaftur í lívið. Nú skal hann á løgtingið at umboða Framsókn, tað sum er eftir av skeiðnum
06-09-2025
Boribassin Kristian Stórhamar hevur arbeitt í øgiliga nógvum londum, og tað longsta, hann havi verið burtur, er í einum gullnámi í Kiirgistan í 4000 metra hædd
31-05-2025
Eli Brimsvík er eftir 25 árum farin frá sum formaður í Havnar handverkarafelag.
24-05-2025
Magnus Dam, nýggjur kringvarpsstjóri, heldur, at nøkur grundleggjandi viðurskiftir mugu uppá pláss fyri at kunna framtíðartryggja public service stovnin
17-05-2025