- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

Kristian Stórhamar hevur roynt meira enn tey flestu. Hann hevur í áravís ferðast frá einari tunnilsuppgávu til ta næstu, tí onkrir trupulleikar skulu loysast.
Her í Føroyum er hann nevndur aftur og aftur, tí hann hevur víst á aðrar loysnir og farleiðir í sambandi við nógv umrødda Suðuroyartunnilin, sum fyribils er sparkaður til politiskt horna. Kanska tí at hann og onnur áhaldandi hava víst á ein annan leist fyri at byggja tunnilin. Men hvør er Kristian Stórhamar?
Sambært vinmanninum Janusi Vang er eingin líka sum Kristian: "Kristian er Kristian, hann kann ikki kopierast. Hann loysir trupulleikar, og so er hann ein góður vinur."

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











