Vikugesturin

Vikugesturin: Tann fitti formaðurin
13-09-2025
Øll geva honum skotsmálið, at hann er fittur og fyrikomandi. Sjálvur sigur hann seg vera innvendan. Men hvussu væl hóskar alt tað til at vera formaður og løgmansevni

Hann kom longu 19 ára gamal upp í politikk, tá ið hann sum landingarmaður á Kósini var valdur í Klaksvíkar býráð. Longu trý ár seinni kom hann buldrandi inn á løgtingið við 998 atkvøðum, og í 2022 fekk hann 1688 atkvøður, nú hann sum bara 25 ára gamal hevði yvirtikið formanssessin í Fólkaflokkinum, sum hevði stórar trupulleikar innanfloks.

Við Beini við róðrið er Fólkaflokkurin reistur aftur, og tað er við einum formanni, sum er grundleggjandi øðrvísi enn sínir undanmenn. Beinir Johannesen viðgongur í hesi samrøðuni, at hann er meira introvertur enn ekstrovertur, men tað hevur hann arbeitt við.

Eitt, sum nógv siga um Beinir Johannesen sum persón er, at hann er ein ógvuliga fittur og fyrikomandi persónur.

Sjálvur heldur Beinir Johannesen, at hetta eru eginleikar og virði, sum hann hevur fingið lagt í seg frá barnsbeini.

Hoyr samrøðuna við Beinir Johannesen, har vit eisini koma inn á hansara bakgrund, uppvøkstur og hvat hann leggur dent á sum ungur formaður í einum politiskum flokki.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

"Eg føli ikki, at tað er djarvt at ávara. Tað er mítt arbeiði," sigur Malan Johansen, landsbankastjóri, ið hevur fingið nógv oman yvir seg sum óheftur landsbankastjóri
10-05-2025
Poul Andrias Ziska hevur á fyrsta sinni latið sína egnu matstovu upp, PAZ, har hann við áræði og stórum ambitiónum byggir víðari á sínar drúgvu royndir
03-05-2025
Filmsleikstjórin Sakaris Stórá, er háaktuellur við filminum Seinasta paradís á jørð. "Hetta er mín mest persónligi filmur higartil."
26-04-2025
Hjørdis Sólbjørg Mortensen hevur starvast í Almannaverkinum í 16 ár, og er til reiðar at stjórna ein av hornasteinunum í føroyska vælferðarsamfelagnum
12-04-2025
Sjálvsálitið er í topp hjá Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen, sum í løtuni fyrireikar seg til Eurovison í mai. Hon leggur líka í, hvat onnur siga um hana
05-04-2025
Ása Róin brennur fyri at menna sjúkrarøktarfrøðifakið, og fekk herfyri stóran heiður fyri undirvísing á og menning av masterútbúgvingini í Heilsuvísindum.
29-03-2025
Elin Neshamar Olsen hevur føroysk foreldur, men er fødd og uppvaksin í Paamiut í Grønlandi. Hon elskar Grønland, men bakgrundin hevur havt rótloysi við sær
15-03-2025
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, sum fylti 60 herfyri, var vikugestur á altjóða stríðsdegnum hjá kvinnum, og nógv er eftir at stríðast fyri, heldur hon
08-03-2025
Heimlandið fyllir nógv í hugaheiminum hjá Olga Loburak, sum er úr Ukraina, men hevur búð í Føroyum í 23 ár. Stuðulin frá føroyingum birtir vón, heldur hon
01-03-2025
Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, heldur seg ikki vera úrmæling á nøkrum øki, men hann dugir eitt sindur av hvørjum, og tað hevur verið hansara styrki. 
22-02-2025
Tóra Við Keldu gevst sum forkvinna í MEGD, men hon brennur enn fyri brekøkinum. Framstig eru hend, men samfelagsbroytingar hava við sær nýggjar avbjóðingar
08-02-2025
Bjarti Grunnveit Olsen hevur gjørt tað, sum flest øll halda vera óhugsandi. Hann fór úr Føroyum í kríggj í Ukraina, og hevur í tvey ár stríðst móti russum
01-02-2025