- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

Løgtingssins umboðsmaður skal ansa eftir, at almenna fyrisitingin er røtt og rættvís og heldur tær lógir, sum løgtingið hevur smíðað. Allir borgarar kunnu kæra mál til Løgtingsins umboðsmann um viðgerðir hjá tí almenna. Eingin mál eru ov litil, og eingin eru ov stór. Tað ræður um at taka allar borgarar í álvar. Tað fevnir eisini um at trúgva upp á tí góða í menniskjum, og at fólk grundleggjandi gera sítt besta. Grundleggjandi virðini hjá Honnu Vang samsvara væl við tað, sum Løgtingssins Umboðsmaður skal standa fyri. At vera álítandi og tað vera sannur. Men tá ið Hanna Vang skuldi taka við sum løgtingsins umboðsmaður fyri fimm árum síðan, fekk hon boðini frá læknunum, at hon hevði fingið krabbamein. Starvssetanin mátti tí útsetast nakað, men hon segði einki í tí almenna rúminum tá. "Tað var ein kollvelting og als ikki nakað, eg hevði væntað. Fyrst at vera útnevnd til Løgtingsins umboðsmann var heilt fantastiskt. Eg hevði ikki søkt tað og visti ikki av tí, og so fekk eg hesa álitisváttanina. Alt var ljósareytt og vónríkt. So gingu fáir dagar, so siti eg við eini krabbameins-diagnosu, sum broytir framtíðina." Hoyr alla samrøðuna við Hannu Vang her, har uppgávurnar hjá Løgtingsins Umboðsmanni verða útgreinaðar, og stór orð sum fólkaræði, rættvísi og álit verða hálað niður á jørðina.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











