Vikugesturin

Vikugesturin: Ein undirspældur nørdur
27-09-2025
Uni Árting, jarðfrøðingur, var vikugestur í Vikuni

- Uni er stutt sagt tann størsti nørdurin, eg havi møtt. Hann er ein heilhjartaður persónur, og tað, sum hann ger, tað ger hann ordiligt.

Soleiðis er skotsmálið frá vininum síðan 1. flokk, Niels Arge Galan, tá ið hann skal lýsa Una Árting, ið vit kenna sum mannin, sum seinastu mongu árini hevur greitt frá um jarðfrøði í Føroyum, Íslandi og Grønlandi - og nú eisini á Mars.

Fríggjadagin fekk Uni Árting, jarðfrøðingur, miðlaheiðurslønina hjá Granskingarraðnum fyri at duga væl at miðla sína vitan og gransking til almenningin á ein lætt skiljiandi, fangandi og kjakkveikjandi hátt.

Í hesi samrøðuni koma vit inn á mangt og hvat, sum Uni Árting fæst við. Alt frá tónleik og list til gransking og dart. Og onkursvegna fær hann alt at hanga saman, hóast tað onkuntíð stendur á.

Hoyr samrøðuna við Una Árting, har tosað verður um miðling, gransking, tónleik, dart og ikki minst familjuna.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Rúna Nón Bjartalíð var vikugestur
16-05-2026
Hon vil vera órædda røddin hjá teimum ungu og veiku. Bjørg Brynhildardóttir Egholm var vikugestur
09-05-2026
Nýggi stjórin í Heilsustýrinum, Noomi O. Gregersen, var vikugestur
25-04-2026
Nýggi formaðurin í Miðflokkinum letur trúnna stýra ? bæði í lívinum og í politikki
18-04-2026
"The comeback kid" - Sámal Petur í Grund var vikugestur
11-04-2026
Per Zachariassen, sum hevur skapt, ment og stjórnað sendingini Hoydalar, er okkara vikugestur
28-02-2026
Jógvan Páll Lassen hevur verið advokatur í samfull 50 ár og gleðist nú um at arbeiða í rættinum sum verjuadvokatur, ið skal verja tey, sum eru komin skeivt fyri
21-02-2026
Eyðun Nolsøe, tónleikari og sangskrivari, var vikugestur
14-02-2026
Rúni Djurhuus,sum altíð er á ferð, var vikugestur
07-02-2026
Annika Holm, leiðari á Heilbrigdi, var vikugestur
31-01-2026
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF seinastu 10 árini, var vikugestur
24-01-2026
Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, var vikugestur
17-01-2026