- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

"Jeg kan selv!" Orðini stava frá einari hending, sum familjan hevur fangað á einum smalfilmi hjá familjuni, tá ið hon var trý ára gomul í Grønlandi, har hon er fødd og búði fyrstu trý árini av sínum lívi.
Og orðini eru eisini lýsandi fyri ta melduródn, sum kom í, tá ið hon var við til at bera uppskotið um fría fosturtøku í Føroyum, hóast hon fekk harða mótstøðu innanfloks í Sambandsflokkinum. Eyðdis Hartmann Niclasen búði í Smørum Nedre í Danmark til hon var 12 ára gomul, og tað heldur hon vera eina orsøk til, at hon gjørdist sambandskvinna. Í samrøðuni fylgja vit Eyðdis gjøgnum árini í Grønlandi, Fraklandi og Danmark, til hon kom aftur til Føroya. Vit tosa millum annað um fosturtøkumálið, uppvøkstur, persónsmensku, virði og politikk.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











