Vikugesturin

Vikugesturin: Svørt orkidé er hjartablóð
01-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri

- Eg skrivaði beint á. Tað skuldi vera rátt, tað skuldi vera nakið, tað skuldi vera sárbært. Vónbjørt Vang skrivaði bókina Svørt orkidé í svartastu tíðini í sínum lívi. Bókin, sum Vónbjørt Vang fekk bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri, er eitt ógvuliga sterkt savn um eina mammu, sum følir, at hon missir sín son til undirverðina. Hoyr alla samrøðuna við Vónbjørt Vang, sum var Vikugestur. Vit tosa um bókina, bakgrund, bókmentir og bókasøvn.
 

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Hjalmar Petersen var vikugestur í Vikuni
13-12-2025
Rósa Maria Restorff var vikugestur
06-12-2025
Hedvig Johansdóttir var vikugestur.
29-11-2025
Annika Hoydal, sum fylti 80 ár í vikuni, var vikugestur
22-11-2025
Ben Arabo var vikugestur í Vikuni
15-11-2025
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
08-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
01-11-2025
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
25-10-2025
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
18-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.
04-10-2025
Uni Árting, jarðfrøðingur, var vikugestur í Vikuni
27-09-2025
Hanna Vang hevur verið løgtingsins umboðsmaður í fimm ár og hevur fingið álitið í fimm afturat
20-09-2025