- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikugesturin

- Eg havi tað best, tá tað er friður. Man skuldi ikki trúð tí, tá man hevur havt eitt slíkt lív, sum eg havi havt.
Annika Hoydal er fólkaogn. Saman við Harkaliðnum bjóðaði hon av og gjørdi sangir, sum vit kenna og syngja enn. Hon er fyrsta kvinnan, sum er útbúgvin sjónleikari á Statens teaterskole.
Uppvøksturin hjá Anniku hevur verið rokaligur. Hon er vaksin upp í ymsum heraðshornum, og onkuntíð hevur hon kent seg svikna og einsamalla. Hon er eisini hart rakt av sjúku og óhappum, men hon hevur valt ikki at vera beisk um tað. Tíðliga ruddaði hon upp, og hon valdi at trúgva upp á tað góða í menniskjum og stremba eftir at vera eitt gott menniskja sjálv.
- Nógv í mínum lívi hevur snúð seg um at koma til sættis við mær sjálvari. Tí órógv, sum hevur verið, havi eg roynt funnið frið á. Eg havi altíð skrivað øgiliga nógv niður. So leggi eg tað burtur, og so hyggi eg at tí aftur, og so síggi eg, um okkurt er, eg skal arbeiða við.
Hoyr samrøðuna við Anniku Hoydal, har vit millum annað tosa um sundurklipta barndómin, um hvussu hon tilvildarliga endaði á palli, um góðar og óbehagiligar menn og um at finna takksemi í lívinum.

Vikugesturin
Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.











