Vikugesturin

Vikugesturin: Stjórin sum elskar at vera á gólvinum
06-12-2025
Rósa Maria Restorff var vikugestur

- Eg elski framvegis at taka uppvaskið á matstovuni, tá tað stendur á.

Rósa Maria Restorff hevur roynt allar leiklutir í hotell- og matstovuvinnuni. Hon vaks upp við familjufyritøkuni Hafnia, sum Restorff-familjan rak við einum serligum gestablídni í nógv ár.

Sjálv fekk hon hotellmat mest sum hvønn dag sum barn, og tí elskaði hon, tá ið fiskafrikadellur ella rísingreytur stóð á borðinum.

Nú hon er vorðin 50 ár, skal hon stjórna Hotel Føroyum. Tað verður sagt um hana, at hon er blíð, fyrikomandi og tolin, og hon tosar nógv, tá ið tað snýr seg um arbeiðið. Men í tí privata er hon still og innvend, sigur vinkonan og systirin um hana.

- Eg eri bara tann, sum eg eri.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Tað var ein blanding av romantikki og musikki, sum førdi Benni til Føroya, her hann eisini hevur sínar røtur. Nú hevur hann sína síðstu konsert sum dirigentur við FSO
10-01-2026
Hjalmar Petersen var vikugestur í Vikuni
13-12-2025
Rósa Maria Restorff var vikugestur
06-12-2025
Hedvig Johansdóttir var vikugestur.
29-11-2025
Annika Hoydal, sum fylti 80 ár í vikuni, var vikugestur
22-11-2025
Ben Arabo var vikugestur í Vikuni
15-11-2025
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
08-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
01-11-2025
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
25-10-2025
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
18-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.
04-10-2025
Uni Árting, jarðfrøðingur, var vikugestur í Vikuni
27-09-2025