Vikugesturin

Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
11-04-2026
"The comeback kid" - Sámal Petur í Grund var vikugestur

- Tað var ein tið, har eg føldi meg í eksil. Tað gjørdi so tað, at tey menniskjuni, sum kenna seg útstoytt, hava altíð staðið mær nær.

Sámal Petur í Grund hevur merkt á egnum kroppi, hvat tað merkir at vera útstoyttur og forfylgdur. Í sambandi við hjúnaskilnað, sum bleiv viðgjørdur dagliga í fjølmiðli, tosaði hann bert við heilt fá fólk, tí hann kendi seg úthongdan og gjørdur ómenniskjaligur. Tað lagaði seg so líðandi, men tað var hart - serliga fyri børnini.

Á løgtingsvalinum 26. mars kom Sámal Petur í Grund aftur í løgtingið, eftir at hava verið í politiska kuldanum í nøkur saman við Sjálvstýri, sum hevur verið úr løgtinginum seinasta valskeið. Nú er flokkurin aftur, og tað fekk viðmerkjara at kalla hann "the comeback kid"!

Eitt heiti, sum hann hevur tað gott við.

Dóttirin, sum á sinni mátti síggja pápa sín úthongdan, lýsir i dag Sámal Petur í Grund sum ein hjartagóðan, rúmligan, fevnandi og hjálpsaman pápa, sum er ein fyrimynd hjá henni.

Sámal Petur í Grund er fyrst útbúgvin sum elektronikkmekanikari, hann hevur siglt, hann hevur virkað sum trúboðari, og gjørdist stýrimaður og skipari á ferjum hjá Strandferðsluni í nógv ár. Seinastu 21 árini hevur hann verið skipari á SAM.

Nú er tað aftur sum politikara, sum vit fara at uppliva Sámal Petur í Grund.

Hoyr samrøðuna við Sámal Petur í Grund, har vit tosa um hansara bakgrund, lívið sum trúboðari og fjarritari, upp- og niðurtúrar sum politikari, og ikki minst hansara persónligu søgu.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Tað var ein blanding av romantikki og musikki, sum førdi Benni til Føroya, her hann eisini hevur sínar røtur. Nú hevur hann sína síðstu konsert sum dirigentur við FSO
10-01-2026
Hjalmar Petersen var vikugestur í Vikuni
13-12-2025
Rósa Maria Restorff var vikugestur
06-12-2025
Hedvig Johansdóttir var vikugestur.
29-11-2025
Annika Hoydal, sum fylti 80 ár í vikuni, var vikugestur
22-11-2025
Ben Arabo var vikugestur í Vikuni
15-11-2025
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
08-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
01-11-2025
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
25-10-2025
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
18-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.
04-10-2025
Uni Árting, jarðfrøðingur, var vikugestur í Vikuni
27-09-2025