Vikugesturin

Vikugesturin: Órædda unga røddin
09-05-2026
Hon vil vera órædda røddin hjá teimum ungu og veiku. Bjørg Brynhildardóttir Egholm var vikugestur

- Hon hevur altíð verið órædd. Sjáldsama órædd.
Mamman er skjót at seta orð á dóttrina, sum eina viljasterka og ævintýrkenda unga kvinna, sum vildi bróta karmarnir frá byrjan.
Og hetta síðsta árið hevur víst, at hon hevur dirvið sum fá. Hon breyt veruliga ígjøgnum sum Silja í virðislønta filminum "Seinasta paradíst á jørð", hóast hon lítið og einki hevur spælt av sjónleiki. Hon gjørdist student í fjør, setti almennu dagsskránna við 1. mai-dagsrøðuni fyri einum ári síðan, stillaði upp til kommunuvalið og bleiv altso vald á Føroya løgting við flest atkvøðum á listanum hjá Tjóðveldi.
Eitt hendingaríkt ár fyri eina so unga kvinnu, men sjálv hugsar hon ikki so nógv um tað.
- Øgiliga hendingarík og stutlig ár. Tað ljóðar vilt, men so ógvusligt hevur tað ikki følst. Eg taki altíð bara ein dag í senn, sigur Bjørg Brynhildardóttir Egholm.
Soleiðis lýsir vinkonan Halla Herdalur Poulsen hana eisini. Ongantíð nervøs, og oftast ger hon tingini í síðstu løtu, men hon klárar tað altíð.
- Hon er ung, og hon er festlig. Tað er ein styrki. Hon roynir ikki at vera nakar, hon ikki er. Og tí haldi eg, at hon er eitt fantastiskt umboð fyri ungdómin í Føroyum, sigur Halla.
Og unga politiska stjørnuskotið Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum veruliga gjørdi hol í sjógvin, tá hon kom á ting við 971 atkvøðum, er tilvitað um, at hon skal vera røddin hjá serliga teimum ungu og veiku í samfelagnum.
- Vit hava ein kempi trupulleika, at tað eru so nógv sum flyta. Og eg fari at brúka nógva orku uppá at royna at umboða tey ungu, so væl sum eg kann, sigur hon, og heldur samstundis tað týdningarmesta vera at lyfta tey, sum eru á niðastu rókum, tí hini skulu nokk klára seg.
Hon ásannar, at tað kann tykjast eitt sindur frustrerandi at koma vónrík, framsíggin og virkisfús í løgtingið, tí tey royndi vísa á, at tað er roynt áður.
- Tað virkar eitt sindur rutinerað. Tað er - eg veit ikki, eg tori at siga tað - eitt sindur giktað.
Hon torir at siga tað kortini. Tann órædda røddin.
Hoyr alla samrøðuna við Bjørg Brynhildardóttir her.

Vikugesturin

Vikugesturin er gestur í Vikuni hvønn leygardag. Vikugesturin er ein persónur, sum á onkran hátt er áhugaverdur beint nú. Vit taka støði í tí, sum er aktuelt, men vit fara eisini aftur um persónin og lýsa síður, sum annars ikki eru kendar. Spurningarnir kunnu bæði vera hvassir og kínandi. Tónin er kerligur og kontantur.

Tað var ein blanding av romantikki og musikki, sum førdi Benni til Føroya, her hann eisini hevur sínar røtur. Nú hevur hann sína síðstu konsert sum dirigentur við FSO
10-01-2026
Hjalmar Petersen var vikugestur í Vikuni
13-12-2025
Rósa Maria Restorff var vikugestur
06-12-2025
Hedvig Johansdóttir var vikugestur.
29-11-2025
Annika Hoydal, sum fylti 80 ár í vikuni, var vikugestur
22-11-2025
Ben Arabo var vikugestur í Vikuni
15-11-2025
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
08-11-2025
Vónbjørt Vang hevur ofta ivast, um tað var rætt at geva út bókina, sum hon vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri
01-11-2025
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
25-10-2025
Jens Sivar Djurhuus, sum tók víðagitnu myndina av Galaxy, var vikugestur í Vikuni.
18-10-2025
Eyðdis Hartmann Niclasen hevur verið í sonnum ódnarveðri, tí hon setti sítt navn á uppskotið um fría fosturtøku.
04-10-2025
Uni Árting, jarðfrøðingur, var vikugestur í Vikuni
27-09-2025