Vikuskiftið

Vikuskiftið 9 nov 2024
08-11-2024
Sending við vikuskiftistilfari

Vit vóru á gátt í Sjónleikarhúsinum, har vit prátaðu við Jákup Dahl um frumsýningina av leikinum "Ikki eitt orð um pengar". Jógvan Andrias Joensen var á gátt og greiddi frá um einrøðuleikin "Kom bara inn, eg skal ikki gráta". Hann skal framføra leikin um vikuskiftið í Maggies í Nólsoy. Pauli í Sandagerði og Sigmund Poulsen vóru á gátt og fortaldu um nýtt verk, teir hava skrivað saman, nú 40 ár eru liðin, síðani Jesu og Makedónarin var á skránni. Frúmframførsla av verkinum "Dropi ert tú" verður um vikuskiftið í Løkshøll. Vit vóru á gátt í Kunningarstovuni, har Sonja Johannesen greiddi frá um, hvørji tiltøk verður í Havn um vikuskiftið. Vit ringdu til Leu Kampmann um tónleikafilmin "Seinferð",sum hon hevur gjørt í sambandi við útgávu. Filmurin skal vísast í Havnar Bio um vikuskiftið. Sonja Ziska Hentze var á gátt um árligu Jóasøluna hjá Føroya Heimavirkisfelag. Gott vikuskifti.

Vikuskiftið

Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.
Sending um tiltøk um vikuskiftið
11-04-2025
Sending um tiltøk um vikuskiftið
04-04-2025
Sending um tiltøk um vikuskiftið
28-03-2025
Sending um tiltøk um vikuskiftið
21-03-2025
Sending um tiltøk um vikuskiftið
14-03-2025
Sending um tiltøk um vikuskiftið
07-03-2025
Sending um komandi vikuskifti
28-02-2025
Sendng við vikukiftistilfari
21-02-2025
Sending við vikuskiftistilfari
14-02-2025
Sending við vikuskiftistilfari
07-02-2025
Sending við vikuskiftistilfari
31-01-2025
Sending við vikuskiftistilfari
24-01-2025