- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Benjamin Petersen var á gátt í sambandi við konsert í Reinsaríinum 15 mars. Óliu á Deild Olsen var við okkum umvegis telefon í sambandi við nýggja app til tónleikarar og fyriskiparar. Bólkurin Kalas var á gátt í sambandi við útgávukonsert. Tær spældu live í sendingini. Hanus Pál Jógvanson prestur var viðokkum umvegis telefon í sambandi við familjuguðstænasu í Marghøllini í Vági sunnudagin. Vit vóru á gátt í kunningarstovuni, har Siri segði okkum, hvørji tiltøk verða um vikukiftið í Havn. Vit ringdu til Kristel Lisberg, sum í hesum døgum ferðast saman við bólkinum TOTO. Unnisti hennara er Shannon Forrest, sum situr við trummurnar í TOTO. Jón Tyril var við okkum um eitt stand up í Mentanarhúsinum. Sólfríð Maria var við okkum um tiltakið Spírar 2 í Løkshøll. Rúni Nielsen og Jens Christian Norðberg vóru gátt í sambani við nýtt Whisky. Gott vikuskifti. :-)
