- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit løgdu fyri við Benjamin Rajani, sum er útgávuaktuellur og skal spæla útgávukonsertir í Føroyum um vikuskiftið. Síðani fingu vit vitjan av umboðum fyri tónleikakappingina Stella Polaris. Saksofonleikarin Kristina Thede Johanesn er ein av fyriskiparunum. Hon hevur sjálv luttikið í kappingini fleiri ferðir, og í 2019 gjørdist hon nummar tvey. Elin Rasmussen og Hjalti Vang Sámalsson komu við henni at spæla eitt stykki fyri okkum. Tey skulu bæði luttaka í kappingini í elsta bólkinum leygardagin. Tey eru 22 ára gomul. Vit ringdu til Leu Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason, sum skal spæla á Roskilde festivalinum í summar. Hon býr í Danmark og hevur danska mammu. Pápi hennara er, sum navnið kanska gevur ábending um, sangarin og sangskrivarin Janus Trúgvason. Vit vóru á gátt í Kunningarstovuni í Havn og prátaðu við Sonju Johannesen um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Vit ringdu eisini til Visit Runavík í sambandi við tiltøk í Runavík og har um leiðis. Mikael Blak var á gátt at greiða frá um konsertskránna í OY. Jógvan Andersen var á gátt at greiða frá um eitt tiltak við danska skemtaranum Finn Nørbygaard. Vit vóru á gátt í Gallarí Havnará í sambandi við, at Martin Joensen hevur framsýning har. Vit prátaðu við listamannin umframt Boga Andreassen um bókmentatiltak í gallaríinum. Leivur Thomsen legði sendingin til rættis.

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.