- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Føroya Symfoniorkestur fer um vikuskiftið at hava barnakonsertir í NLH og Varpinum í Klaksvík. Talan er um verkið Veiða vind eftir Kára Bæk og Rakel Helmsdal. Janus á Húsagarði hevur gjørt myndir til. Vit vóru við til venjingina hóskvøldið, har vit prátaðu við klaverspælaran Mathias Kapnas og Annfinn Heinesen, sum er frásøgufólk.

Maðurin, sum stovnaði kenda amerikanska bólkin Black Eyed Peas er í løtuni í Føroyum saman við trimum øðrum amerikanskum tónleikarum. Tað er undir heitinum Butter Funk Family. Tey skulu spæla saman við føroyskum tónleikarum um vikuskiftið, bæði í Tøting í Syðrugøtu og OY í Havn. Vit vóru við til venjingina mikukvøldið í Hoydølum í Havn, har vit prátaðu við oddamannin, sangaran og trompetistin Printz Board, sangarinnuna Alana Hill og guitarleikaran Nadav Peled - umframt Mikael Blak (bass), Per Højgaard Petersen (trummur) og Rógva á Rógvu (slagverk).

Vit eru komin út í apríl mánaða, og matstovurnar byrja so smátt at vakna úr vetrarsvøvni. Matstovan Ræst fær forkunnuga vitjan um vikuskiftið. Vit vóru á gátt á Ræst og prátaðu við Karin Visth, matstovuleiðara.

Hvat hendir í Havn og Klaksvík um vikuskiftið? Vit vóru á gátt í kunningarstovuni í Havn og prátaðu við Benjamin Tausen á Lava, umframt at vit ringdu til Sigrið Mikkjalsdóttir í Norðoya Kunningarstovu í Klaksvík.

Leivur Thomsen legði sendingina til rættis

Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.