Vikuskiftið

Vikuskiftið 11 apríl 2025
11-04-2025
Sending um tiltøk um vikuskiftið

Vit vóru á gátt í Hoyvíkar kirkju í sambandi við, at Tórshavnar Kamarkór fyllir 40 ár og í tí sambandi skal hava konsert í kirkjuni leygardagin. Vit prátaðu við Lovisu Petersen Glerfoss, Hervør EYðunsdóttir og Ólav á Váli Olsen, sum øll trý syngja við kórinum. Um vikuskiftið verður altjóða dartkapping í Havn. 192 luttakarar úr 11 ymsum londum luttaka. Eyðun Samuelsen frá Havnar Dartfelag var á gátt og greiddi frá. Altjóða saksofonfestivalurin Nordic Saxophone Festival vitjar í Føroyum. 40 útlendskir saksofonistar koma at spæla. Konsertirnar byrja leygardagin og enda mikudagin. Kristina Thede Johansen, samskipari, var á gátt og greiddi frá. Eisini spældi Mario úr Spaniu fyri okkum. Summarfestivalurin kunnger nýtt navn. Vikuskiftissendingin var á staðnum - Klaksvík - og tosaði við Erik Biskupstø. Vit vóru á gátt í kunningarstovuni í Havn og frættu frá Benjamin Tausen á Lav um tiltøk í Havn um vikuskiftið og á páskum. Umframt tað ringdu vit til Klaksvíkar og prátaðu við Sigrið Mikkjalsdóttir um tiltøk í Norðoyggjum. Leivur Thomsen og Tróndur Vatnhamar gjørdu sendingina. Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið

Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.

Sending um vikuskiftið
05-06-2026
Sending um vikuskiftið
29-05-2026
Sending um komandi vikuskiftið
22-05-2026
Sending um vikuskiftið
15-05-2026
Sending við vikuskiftistilfari
08-05-2026
Sending við vikuskiftistilfari
01-05-2026
Sending við vikuskiftistilfari
24-04-2026
Sending við vikuskiftistilfari
17-04-2026
Sending við vikuskiftistilfari
10-04-2026
Sending við vikuskiftistilfari
27-03-2026
Sending við vikuskiftistilfari
20-03-2026
Sending við vikuskiftistilfari
13-03-2026