- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vikuskiftið 27 juni 2025
27-06-2025
Sending við vikuskiftistilfari
Vit høvdu vitjan av Rúna Djurhuus í sambandi við Voxbotn. Niels Brandt úr Minds of 99 vitjaði sendingina. Eisini var føroyska Tanja Sleire við honum. Hon er tað, man róðar "tour manager" hjá Minds of 99. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn og prátaðu við Sonju Johannesen um tiltøl í Havn um vikuskiftið. Vit ringdu til Kristinu Gry Berg um tiltøk í Fuglafirði um vikuskiftið. Vit fingu vitja av einum potlerabend av Strondum. Vit ringdu til Dennis Holm um mikrobryggjarí í Vági. Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.