- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Brøðurnir Stewart - Graham og Neil - eru í hesum døgum í Føroyum. Teir eru báðir guitaristar og skulu hava konsertir í Havn og Klaksvík. Eisini eru teir báðir myndlistamenn og hava framsýning í Gamla Seglloftinum í Klaksvík á Summarfestivalinum. Vikuskiftisendingin var á gátt heima hjá Graham Stewart og prátaði við brøðurnar í Nólsoyar Pálsgøtu í miðbýnum í Havn. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórhavn, har Benjamin Tausen á Lava greiddi frá um tiltøk í Havn uym vikuskiftið. Vit ringdu til Karl Hvidtfeldt í samband við fótbóltsdyst í Stóru Dímun. Vit fingu vitjan av Angeliku Hansen og Thomas Løfke. Saman kalla tey seg "Norðan" og skulu spæla konsert í Mariukirkjuni í Havn leygarkvøldið. Eisini ringdu vit til Erik Biskupsstø um Summarfestivalin. Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.