- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Bólkurin Adrenaline var á gátt við nýggjum staklagi. Elinborg Pálsdóttir var á gátt við nýggjum staklagi. Aalborg Gospel Choir kom á gátt. Tey eru 130 sangarar. Pláss var sjálvsagt ikki fyri øllum í studio 5, so tey sungu fyri okkum í forhøllini í KVF. Vit prátaðu við Siggu Svabo Laursen, samskipara. Joe and the Shitboys vóru á gátt í sambandi við konsert í OY í kvøld. Nakrir skemtarar vóru á gátt í sambandi við "uppstandilsi" í OY leygarkvøldið. Poula Patursson, kliniskur dietistur, var á gátt í sambandi við framløgu í Finsen leygardagin kl 15 við heitinum "Matur og ADHD. ADHD felagið skipar fyri. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Filip Mortensen greiddi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.