Vikuskiftið

Vikuskiftið 5 sept 2025
05-09-2025
Sending við vikuskiftistilfari

Kristina Gry Berg var í studio og greiddi frá um mentanardagar í Fuglafirði. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Daniella Hentze Danielsen greiddi frá um tiltøk í Tórshavnar kommunu. Ronja Rasmussen og Edith Dahl Jacobsen vóru á gátt og greiddu frá um konsert í Reinsaríinum, og tær spældu eisini ein sang, sum Ronj hevur skrivað. Uni Debess og Terji Krossteig greiddu frá um nýtt átak í Havnar Klubba við konsertum fríggjakvøld. Teir spældu sjálvandi eisini ein góðan. Marius DC var í studio og greiddi frá um nýtt lag saman við Swangah. Bubber og Malene Quist frá Cirkus Arena vóru í studio og greiddu frá um sýningar í høllini við Tjarnir. Regin Dalsgaard, stóri í høllini, luttók eisini. Mikael Blak, Kristel Lisberg og "Blue" vóru í studio og greiddu frá um tiltakið Nashville Nights í OY. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Niels Petersen, sum er fótbóltsfrásøgufólk. Vit ætlaðu at ringja til Fuglafjarðar um "sandflogbólt" og til Kollafjarðar um súkklumarathon, men tíðin fór tíverri frá okkum. Soleiðis er, tá man hevur tað gott og hugnar sær. Men vónandi var løtan góð kortini. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið

Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.

Sending um vikuskiftið
12-06-2026
Sending um vikuskiftið
05-06-2026
Sending um vikuskiftið
29-05-2026
Sending um komandi vikuskiftið
22-05-2026
Sending um vikuskiftið
15-05-2026
Sending við vikuskiftistilfari
08-05-2026
Sending við vikuskiftistilfari
01-05-2026
Sending við vikuskiftistilfari
24-04-2026
Sending við vikuskiftistilfari
17-04-2026
Sending við vikuskiftistilfari
10-04-2026
Sending við vikuskiftistilfari
27-03-2026
Sending við vikuskiftistilfari
20-03-2026