- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit hoyrdu um eina søgugongu í Oyndarfirði, Urd Johannesen og Durita Holm vóru á gátt og greiddu frá. Vit vóru á gátt í einum venjingarhøli á Glasi har bólkurin Tunrhoyrt vandi ó sambandi við, at teir skulu spæla konsert í OY fríggjakvøld kl. 21. Teir, ið manna Tunghoyrt, eru: Jóni Strøm sang, Helge Greve guitar, Erik Reynheim bass og Bjarni Jakobsen trummur. Guðrið Hansdóttir var á gátt í sambandinvið, at hon skal spæla konsert í OY leygarkvøldið. Vit vóru á gátt í Perluni í Havn í Sambandi við, at sjónleikurin Prima Facie skal spælast har. Vit prátaðu við Kristinu Sørensen Ougaard, sjónleikara, og Dánjal av Neystabø, tónleikara og tónasmið. Tummas Pauli av Reyni og Guttormur í Skála vóru á gátt í sambandi við Slaktið á Vaglinum í Havn leygardagin kl. 11-16. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn og prátaðu við Sonju Johannesen um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Gott vikuskifti! :-).

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.