- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit vóru á gátt í Norðurlandahúsinum, har Føroya Symfoniorkestur vandi. Tríggir komponistar vóru á skránni; Mozart, Mendelsohn og Patursson - Unn Patursson. Vit prátaðu við Jón Festirstein, Johan Hentze, Ára Danielsen, Unn Paturson og Berg Fonsdal Johannesen. Vit vóru á gátt í Steinprenti, har vit tosaðu við Jan Anderson um framsýning við list eftir Olivur við Neyst. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Daniella Hentze Danielsen greiddi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Vivian Sjóðklett og Janus í Dali vóru á gátt og greiddu frá um forkunnuga heilsustevnu í Sjónleikarhúsinum við heitinum "Vítt til veggja". Vit ringdu til Bernhard Petersen um konsert í Salt. Vit ringdu til Sigrið Mikkjalsdóttir um tiltøk í Klaksvík og Norðoyggjum. Adam Andreassen var á gátt og greiddi frá um Vinnumessu við Tjarnir. Vit ringdutil Djóna Gaard Joensen um hondbólt. Vit ringdu til Elinborg Pálsdóttir um nýtt lag. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.