- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Klaksvíkar Sjónleikarafelag setur eina farsu upp. Vit ringdu til Emry Jo um hetta. Theresa Turidardóttir Kreutzmann var við okkum umvegis telefon um tiltakið Heystglóð í Klaksvík. Vit ringdu til Fuglafjarðar, har Kristina Gry Berg greiddi frá um tilølk í bygdini um vikuskiftið. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Sonja Johannesen greiddi frá um tiltøk í Havn. Vit vóru til sjónleik í Norðurlandahúsinum og prátaðu við kvinnurnar handan leikin Upphav. Gunnvá Zachriassen, Marita Dalsgaard og Annu Katrin Egilstrøð greiddufrá. Og so var Rani Nolsøe á gátt hjá okkum í sambandi við ein gongutúr í Klaksvík millum standmyndir. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen løgdu til rættis Gott vikuskifti. :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.