Vikuskiftið

Vikuskiftið 31 okt 2025
31-10-2025
Sending við vikuskiftistilfari

Djóni Nolsøe Fischer skal frumframføra eitt nýtt verk, sum hann hevur skrivað í sambani við útbúgving í listarligum arbeiði á Setrinum. Vit vóru í Finsen og prátaðu við hann, umframt Sunleif Rasmussen, lærara, Eirik Skála frá Tórshavnar Bigbandi og Marius DC, sangara. Dansieksperimentið 2025 er eitt tiltak, har næmingar á Tórshavnar Musikkskúla hava skrivað tónleik, sum dansarar hava gjørt koreografi til. Tað verður framført í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla leygardagin. Vit prátaðu við dansararnar Dianu Hansen og Andreu Joensen, sum eru stigtakarar til Dansieksperimentið, Edith Dahl Jacobsen, umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla, umframt tónleikalesandi Ingu Laksafoss og Ásgerð Stenberg Olsen, sum hava skrivað tónleik til framførsluna. Vit vóru á gólvi hjá Visit Tórshavn, har Daniella Hentze Danielsen greiddi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Hjarnar fara at hava 50 ára jubileumskonsert í Varpinum í Klaksvík næsta fríggjadag. Vit fingu vitjan av nøkrum limum úr bólkinum: Karl Martin Samuelsen, Mikkjal Hvannastein, Jógvan Olsen og Hans Black. Jóna Joensen, sum saman við manninum rekur ein bóndagarð í Sveis, ið tey hava bygt um til eitt gistingarhús, var á gátt og greiddi frá sínum lívi í Sveis umframt at hon hevur givið út sína fyrstu skaldsøgu. Fríði Djurhuus, Jónsvein Mikkelsen og Sigmundur Zachariassen frá Joe and the Shitboys vóru á gátt og greiddu frá um útgávukonsert í Havn um vikuskiftið. Vit ringdu til Skopunar at frætta um føðingardagstiltak fyri Gerhard Lognberg. Sonur Gerhard, Sámal Hanni, var við okkum umvegis telefon. Eisini ringdu vit til Syðrugøtu at frætta um Allahalganna messu í Gøtu kirkju. Símun Hammer, organistur og kórleiðari, skipar fyri. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið

Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.

Sending við vikuskiftistilfari
05-12-2025
Sending við vikuskiftistilfari
28-11-2025
Sending við vikuskiftistilfari
21-11-2025
Sending við vikuskiftistilfari
14-11-2025
Sending við vikuskiftistilfari
07-11-2025
Sending við vikuskiftistilfari
31-10-2025
Sending við vikuskiftistilfari
24-10-2025
Sending við vikuskiftistilfari
10-10-2025
Sending við vikuskiftistilfari
03-10-2025
Sending við vikuskiftistilfari
26-09-2025
Sending við vikuskiftistilfari.
19-09-2025
Sending við vikuskiftistilfari
12-09-2025