- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit vóru á gátt í Smiðjuni í Lítluvík, har Durita Restorff Dam og Jórun Dánjalsdóttir Poulsen hava framsýning. Vit vóru á gátt í Vesturkirkjuni, har Tórshavnar Manskor fer at hava sína árligu jólakonsert. Gestakór er Eystanljóð úr Gøtu/Leirvík. Vit prátaðu við Magnus Hansen og Janus Poulsen úr Tórshavnar manskóri umframt Benjamin Gásadal, kórleiðara hjá Eystanljóði, Sigvør Laksá nevndarlim í Eystanljóði og Jansy Biskupsstø, forkvinnu í Eystanljóði. Harumframt tosaðu vit við Tóru Vestergaard, sum skal syngja solo saman við Tórshavnar manskóri. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn og prátaðu við Filip Mortensen um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Vit fingu vitjan av Steen Róa Lorentzen og Ragnar Davidsen frá Swangah um tiltakið Illtonkt. Vit prátaðu við Sigrið Mikkjalsdóttir frá Visit North um tiltøk í Norðoyggjum. Vit fingu vitjan av Rúna Djurhuus í sambandi við, at eitt navn verður kunngjørt til Voxbotn 2026. Vit fingu (ikki) vitjan av Bjøllubandanum, sum fer at hava jólakonsertir um vikuskiftið.

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.