- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Havnar klubbi fer nú undir áakið "Náttarklubbi" fríggjakvøld. Talan er um konsertir innan ymsar sjangrur seint fríggjakvøld. Michael Antony Charles fyriskipari og Jens Mortan Rasmussen frá Havnar Klubba vóru beinleiðis gestir. Útvarpssendingin Gentuvesið fer á pall um vikuskiftið. Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og Annika Dalsgaard vóru beinleiðis gestir. Vit ringdu til Eyðvør á Dunga frá Visit Runavík um tiltøk í Runavíkar kommunu um vikuskiftið. Vit ringdu til Theresu Thuridardóttir Kreuzmann frá Visit North um tiltøk í Norðoyggjum um vikuskiftið. Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn og prátaðu við Siri um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Gott vikuskifti. Samstundis ynskja vit okkara lurtarum eini gleðilig jól og gott nýggjár. Vit hoyrast aftur í nýggja árinum.

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.