- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindagið

Vertur í Vindagnum hesa ferð er Ingi Poulsen, tónleikari. Fólk flest kenna Inga Poulsen sum dámliga sangaran við teimum løttu og fangandi poppsangunum.
Men hann er annað enn tað. Ingi Poulsen hevur í langa tíð drigist við tungar tankar, angist og hevur eisini fingið staðfest ADD.
Í sendingini hugleiðir Ingi Poulsen um ikki at dvølja ov leingi við tað, ið farið er, um munin á almenna og privata menniskjanum og um vantandi virðing fyri timburfakinum, sum hann altíð hevur havt ein serligan tokka til.

Vindagið
Tíggju ymisk fólk eru vertir í Vindagnum, sum verður í tíggju partum. Verturin avger innihaldið, og sostatt er eisini talan um tíggju rættiliga ymsar sendingar.
Rúni Jákupsson er redaktørur.