- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vindagið

- Minnist tú, tá tú ynskti tær tað, sum tú hevur nú? Soleiðis spyr Eydna Skaale, sum er gestur í Vindagnum í hesum fimta partinum av Vindagnum. Orðini printaði hon út í litfagrum stavum og hongdi tey á køliskápið. Sum eina dagliga áminning um alt, hon hevði at gleðast um og takka fyri.
Tvær vikur eftir at henda áminning var komin upp at hanga, mistu tey 12 ára gamla sonin, Benjamin.
Í Vindagnum tosar Eydna Skaale um sonin, sum ongantíð vann nakra medlaju, men kortini vann óteljandi hjørtu. Eisni verður hugleitt um raðfestingar, ið eru broyttar seinastu 20 árini.
Nú spyr Eydna ikki longur, hvør meiningin við lívinum er. Tí svarið er at finna í smáum løtum. Ofta gerandisdagar, tá familjan er savnað við døgurðaborðið. Við sósasprutti eftir borðinum, barnafingrum á øllum flatum og rísi klebrandi undir øðrum sokkinum.

Vindagið
Tíggju ymisk fólk eru vertir í Vindagnum, sum verður í tíggju partum. Verturin avger innihaldið, og sostatt er eisini talan um tíggju rættiliga ymsar sendingar.
Rúni Jákupsson er redaktørur.