- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Um eitt gott hálvt ár, lendir ein rumdarbilur á gongustjørnini Mars. Ein sokallaður rovari. Hesin rovarin skal kanna jarðfrøðina á reyðu gongustjørnini, og um tað einaferð hevur verið lív á Mars.
Rovarin hevur fingið heitið Perseverance og ein av teimum, ið hevur verið við til at ment henda mánabilin, er føroyingurin David Arge Klevang Petersen. Hann er adjunktur á DTU Space og verkætlanarleiðari fyri eitt serstakt tól, ið skal skanna yvirflatuna á Mars, í leitanini eftir lívið frá fyrndini.
Mars er áhugaverd, tí gongustjørnan er tætt við og minnir um Jørðina. Man hevur ikki funnið lív á Mars, men man hevur staðfest, at vatn er á Mars og fyri umleið 3,7 milliardum árum síðani, var rennandi vatn á Mars. Eins og vit hava vøtn og høv her á jørðini í dag. Og vatn er fyritreytin fyri lívi, sum vit kenna tað.
Rúmdarbilurin, Perseverance, er gjørdur á Jet Propulsin Labratory hjá NASA í USA. Sjey høvuðsvísindatól eru á honum. Hesi er sergjørt til at kanna økið og jarðfrøðina kring Jezero goskoppin.
Hann er útgjørdur við 23 myndatólum og tveimum mikrofonum. Eisini hevur hann eina dronu, eina lítla tyrlu við sum eitur Ingenuity.
Rovarin er útgjørdur við einum robotarmi, sum hevur fimm lið og er 2,1 metur langur. Við endan á hesum robotarmi sita fleiri tól, millum annað sera tøkniligi skannarin, sum David hevur staðið á odda fyri.
Streymur kemur frá einum lítlum kjarnorkuverki, ið fær orkuna frá 4,8 kg av plutonium. Kjarnorkuverkið kann veita steym í 14 ár.
Rannsóknarferðin hjá Perseverance er í stuttum:
- at kanna og kortleggja jarðfrøðina á Mars.
- kanna møgulig støð, har lív kann hava verið í fyrndini.
- kanna um tað sæst onkur steinrenning ella tekin frá hesum møguliga fornaldarlívi.
- taka áhugaverdar steinar, við møguligum steinrenningum og konservera teir í einum hylki, sum eitt rúmdarfar seinni kann fara eftir og føra til jørðina til víðari gransking.
- kanna um tað ber til at framleiða orku úr lofthavinum á Mars, sum ein liður í fyrireikingini til mannaðar ferðir til Mars einaferð í framtíðini.
