- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Í Føroyum hava verið staðfestar tríggjar víkingagravir, á Sandi, í Hvalba og í Tjørnuvík. Nú hevur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, út frá tilfarið og upplýsingum, sum er tøkar á Tjóðsavninum, staðfest, at tað eru funnar átta víkingagravir í Føroyum. Umfram tær nevndu tríggjar, eru eisini funnar víkingagravir á Kirkju, Svínoy, Sandavági, Velbastað og í Hovi.
Hoyr Ann Sølviu greiða frá um fornan útgrevstur og víkingagravir í Føroyum.
Myndirnar er frá víkingaútgrevstrinum í Tjørnuvík í fimtiárunum. Føroya Fornminnasavn eigur myndirnar.





Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd.
Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.











