
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers. Nýggj føroysk gransking vísir júst hetta, at ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers.
Tað skal tó sigast, at flestu tilburðir av Alzheimers sjúku tykjast ikki burturav at vera tengdir at ílegum, men í summum førum hava ílegur mest sannlíkt ein leiklut, og hetta kann eisini vera galdandi, hóast persónurin ikki hevur Alzheimers sjúku í familjuni. Tað er ein av niðurstøðunum í nýggjari føroyskari gransking, sum Malan Johansen, ph.d lesandi hevur gjørt saman við øðrum. Greiningin byggir á granskingarverkætlann gjørd á Deildini fyri arbeiðs og almanna heilsu undir leislu av Mariu Skalum Petersen og Demens Klinikkina á Landssjúkrahúsinum.
Hava kannað 141 fólk við Alzheimers
Tey hava kannað ílegurnar hjá 141 føroyskum persónum sum hava fingið staðfest Alzheimers sjúku og samanborið teirra ílegur við ílegurnar hjá 154 frískum persónum.
Lurta eftir samrøðuni við Maluna, har hon greiðir frá granskingini og úrslitunum.
Malan Johansen hevur granskað, um broytingar í íleguni APOE4 kunnu økja um vandan fyri Alzheimers.

Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd.
Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.