- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum, við yvirskriftini Skriftin á vegginum, vesturi í Vágum.
Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu kristligt og guðfrøðisligt fyrihalda seg til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum.
Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttensen, guðfrøðingur, hildu hvør sín fyrilestur, um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
Hevur tú áhugað at hoyra og síggja fyrilestrarnar, saman við powerpointframløgunum, ber til at síggja hetta HER
Kári Sólstein hevur tikið upp og sett saman.

Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd.
Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.











