- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan

Hetta er fyrsta sendingin, har vit fara at senda fyrilestrar, sum vóru hildnir á ráðstevnuni Lívfrøðiligt Margfeldi, støðulýsing og gransking. Anna Maria Fosaa, ph.d. í plantuvistfrøði og leiðari á Náttúrugripasavninum, greiðir frá lívfrøðiliga margfeldinum í Føroyum.
Jens Kjeld Jensen, náttúrumaður, hevur ein fyrilestur um støðuna hjá hagafuglinum í Føroyum, við støði i Nólsoynni. Janus Hansen, djórfrøðingur og deildarleiðari á Náttúrugripasavninum, gevur eina margfeldislýsing av skordýrum í Føroyum. Hoyr sendingina her.

Vitan
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd.
Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.











